Christian fær nýggjan eigara

Fyrrverandi thailendski forsetin, Thaksin Shinawatra, hevur boðið 900 milliónir krónur fyri Manchester City

Fótbóltur

 

Manchester City hevur seinnu árini roynt at endurvunnið sætið sum eitt av fremstu feløgunum í enskum fótbólti. Ikki minst tey árini, tá Kevin Keegan var venjari, keypti felagið hópin av dýrum spælarum, men úrslitini gjørdust ikki tey heilt góðu kortini.

Og tað hevur kostað dýrt á botnlinjuni. Somikið dýrt, at felagið seinasta hálva árið hevur leitað eftir nýggjum íleggjarum, og nú tykist hesin vera funnin. Nevndin í felagnum hevur í øllum førum viðmælt aðalfundinum, at nýggi eigarin sleppur at keypa seg inn í felagið, har Christian R. Mouritsen og Adrian Cieslewicz teljast millum spælararnar í ungdómsrøðunum.

Shinawatra varð í fjør koyrdur frá sum thailendskur forseti eftir hernaðarkvett. Orsøkin handan hetta var korruptión, og síðani er ákæra reist móti Sinawatra um júst korruptíón.

Um tað eru svartir pengar, sum eru nýttir til keypið, ber illa til at staðfesta. Og júst hesin spurningurin er helst tann, sum vigar mest, tá aðalfundurin skal taka støðu til boðið. Eisini tí enska Premier League skal góðkenna nýggjan eigara av einum felag.

Rættarmálið, sum er reist móti Sinawatra og konu hansara, verður viðgjørt á rættarfundi í komandi mánaði.