Tað frættist úr baklandinum hjá Fólkaflokkinum, at Christian Andreasen í morgun fer at leggja frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum. Sum skilst stillar hann heldur ikki upp aftur til løgtingsvalið 8. desember.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa tíðindini váttað frá høvuðspersóninum sjálvum, men frá keldum, sum standa Fólkaflokkinum nær skilst, at tíðindaskriv verður sent út um hetta í morgun.
Christian Andreasen tók við sum formaður í Fólkaflokkinum í vár, eftir at Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær, tí hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring og eisini mátti frá sum landsstýrismaður.