Í enska fótbóltssambandinum royna tey nú at finna avloysaran fyri Roy Hodgson, men ræðuliga trýstið frá ensku miðlunum, og órealistisku forvæntningarnir hjá nógvum ensku fjepparum gera, at nógvir venjarar hava ikki hug at taka við starvinum, sum enskur landsliðsvenjari.
Millum nøvnini, sum eru drigin fram er núverandi høvuðsvenjarin hjá Wales, Chris Coleman, sum hevur ført Wales til eina søguliga EM-hálvfinalu. Chris Coleman sjálvur avvísir tó blankt, at hann fer at taka við sera krevjandi starvinum, sum tað er at verða landsliðsvenjari hjá Onglandi.
- Eg eri walisari allan vegin. Tað hevur bara verið Wales, og tað fer bara at verða Wales. Kundi eg verið venjari hjá einum øðrum landi? Nei tað hevði eg ikki tímað. Tað hevði ikki verið nakað, sum eg hevði hugsað um, fortaldi Chris Coleman á tíðindafundi hjá walisiska landsliðnum.
Yvirfyri tíðindafólkunum staðfesti Chris Coleman eisini, at hann so slettis ikki hevði umhugsað enska venjarastarvið.
Chris Coleman ger klárt við walisiska hópinum at spæla hálvfinalu ímóti Portugal í Lyon í annaðkvøld klokkan 20.