- Tá ið eg hoyrdi Hans Edward syngja danskt fyrstu ferð, tá hugsaði eg ,at hetta var nakað heilt serligt ? hetta var feitt, sigur Chief 1, tónleikaframleiðari Tann 8. februar gevur The Dreams sína fyrstu fløgu út í Danmark. Talan er um rocktónleik, sum teir syngja á donskum, og tað er nakað nýtt fyri bólkin.
- Tá ið eg hitti The Dreams fyrstu ferð, so segði eg við teir, at tað kundi verið sera spennandi at hoyrt teir sungið á donskum. Fyrst grinu teir bara eftir mær, men teir vildu gjarna royna. Og tað er tað góða við The Dreams, teir eru ikki bangnir fyri at royna nakað nýtt, sigur framleiðarin Chief 1 við Sosialin í dag.
- Tá ið eg hoyrdi Hans Edward syngja danskt fyrstu ferð, tá hugsaði eg ,at hetta var nakað heilt serligt ? hetta var feitt. Og so kann eg siga við allar føroyingar, sum halda at vit danir ganga og grína eftir tykkara dialekt: Tað verður skjótt in, at tosa soleiðis í Danmark, sigur hann.
Lesið alla samrøðuna við Chief 1 í Sosialinum í dag.