Hetta hevur fanga oyruni hjá eigaranum í Chelsea, russanum Roman Abramovich, og hann skal eftir øllum at døma vera klárur við kekkheftinum. Sum skilst er Abramovich til reiðar at brúka 570 milliónur krónur uppá brasilska bóltsnillingin, sum hevur verið í Barcelona í fýra ár. Eftir øllum at døma kemur Ronaldinho ikki so væl út av tí við hollendska ráðgevan í Barcelona, Johan Cruyff, og tí umhugsar hann nú støðuna í Barcelona.










