Chelsea og Arsenal vunnu - Liverpool tapti

Heldur ikki í dag loysnaði hjá Mario Balotelli.

Newcastle - Liverpool 1-0

Ayoze Perez skoraði sítt fyrsta Premier League mál og tryggjaði Newcastle ein 1-0 sigur móti Liverpool. Loic Remy mundi skorað til 2-0, men Simon Mignolet bjargaði skotinum.

 

Upptúrurin hjá Alan Pardew heldur á, meðan Liverpool nú skal spæla móti Real Madrid og Chelsea, uttan at hava fingið skil á hvørki álop ella verju.

 

Stoke - West Ham 2-2

Stoke sá út til at hava tryggjað sær sigurin, tá teir tíðliga í øðrum hálvleiki løgdu seg á odda 2-0. Men so vaknaði Stewart Downing. Fyrst skapti hann fyrra málið hjá West Ham, síðani skoraði hann sjálvur útjavnandi málið. West Ham er nú ósigrað í fýra dystir.

 

Chelsea - QPR 2-1

Eitt brotsspark í 76. minutti skuldi til, áðrenn Chelsea megnaði at vinna á QPR. Eden Hazard skoraði upp á brotssparkið.

Oscar hevði lagt Chelsea á odda í 1. hálvleiki, áðrenn Charlie Austin javnaði fyri QPR, tá umleið ein tími var farin.

 

Arsenal - Burnley 3-0

Arsenal vann ein tryggan sigur á botnliðnum Burnley. Nýinnkeypti Alexis Sanchez vísti hvat hann dugir, og skoraði tvey mál í dag. Calum Chambers skoraði til 2-0. Arsenal mátti tó arbeiða fyri sigrinum, fyrsta málið kom ikki fyrr enn í 70. minutti.

 

Hull - Southampton 0-1

Góða gongdin hjá Southampton heldur á. Longu í 3. minutti skoraði Victor Wanyama sigursmálið. Southampton liggur á øðrum plássi eftir 10 dystir. Hull er á 13. plássi.

 

Leicester - West Brom 0-1

Eitt sjálvmál avgjørdi dystin millum Leicester og West Brom. Annar hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá argentinski Esteban Cambiasso setti bóltin í egið mál. 

 

Everton - Swansea 0-0

Tað eydnaðist hvørgum liðnum at fáa bóltin í málið í Liverpool í dag. Romelu Lukaku var sentimetrar frá at fáa fótin á bóltin eftir eitt inlegg frá Samuel Eto'o í seinastu sekundunum av dystinum, men tað vildi seg ikki fyri Everton í dag.