Chelsea og Arsenal ruku út

Heldur óvæntað taptu bæði Arsenal og Chelsea sínar dystir í kvøld í Capital One Cup

Fýra dystir hava verið á skránni í minnu ensku steypakappingini, Capital One Cup, í kvøld.

 

Mest spennandi dysturin var í Stoke, har Stoke tók ímóti Chelsea. Chelsea var undan dystinum kroyst, tí kappingarárið hevur higartil verið eitt av teimum slakaru hjá verandi meistarunum úr Premier League. Serliga venjarin, José Mourinho, er undir stórum trýsti, og tí var umráðandi hjá Chelsea í kvøld at fáa ein sigur.

 

Men so skuldi ikki vera. Eftir 90 minuttir, ein umdyst og eina brotssparkskapping, drógu vertirnir úr Stoke longra stráðið. Vanligi dysturin endaði annars við 1-1 javnleiki. Bert tann eini leikarin á liðnum hjá Chelsea brendi sítt brotsspark. Tað var tann annars so tryggi brotssparkskjúttin, Eden Hazard.

 

Eisini Arsenal tapti í kvøld óvæntað. Arsenal tapti ikki minni enn 3-0 á útivølli móti Sheffield Wednesday. Tað var harafturat ein dyggur smeitur hjá Arsenal, at Alex Oxlade-Chamberlain og Theo Walcott í fyrra hálvleiki noyddust av vøllinum við skaða.

 

Í hinum báðum dystunum í kvøld, sum eisini endaðu við brotssparkskapping,  vóru tað Everton og Hull sum komu víðari. Tey bæði liðini vunnu móti avikavist Norwich og Leicester.

 

Í annaðkvøld vera hinar fýra áttandapartsfinalurnar í Capital One Cup á skránni. Tá eru dystirnir hesir. Liverpool-Bournemouth, Manchester City-Crystal Palace, Southampton-Aston Villa og Middlesbourough-Manchester United.

 

 

Úrslitini í kvøld:

 

Everton-Norwich 1-1 (Everton víðari eftir brotssparkskapping)

Hull City-Leicester 1-1 (Hull víðari eftir brotssparkskapping)

Sheffield Wednesday-Arsenal 3-0

Stoke-Chelsea 1-1 (Stoke víðari eftir brotssparkskapping)