Chelsea nær við Lukaku

Sambært enska The Sun er Chelsea væl á veg at gera sáttmála við hollendska undurbarnið Romelu Lukaku, sum teir fáa frá Anderlecht fyri 18 milliónir pund. Nógv hevur verið gitt um, hvussu verður við sera evnaríka 17 ára gamla Romelu Lukaku frá Antwerpen, sum í løtuni spælir við Anderlecht.

 

Ungi leikarin, sum verður kallaður hin nýggi Drogba, hevur skotið 35 mál í 87 dystum fyri hollendska felagið.

 

Kappingin um undirskiftina hevr higartil fyrst og fremst staðið millum Barcelona og Chelsea, men áhugin hjá Pep Guardiola er nú kølnaður fyri Lukaku, og Barcelona venjarin hevur í staðin vent eyguni móti 24 ára gamla fyrrverandi Manchester United leikaranum, nú í Villareal, Guiseppe Rossi.

 

Chelsea hyggur seg um eftir avloysarum fyri Nicolas Anelka og Didier Drogba, sum báðir eru skeivu megin 30. Ein annar, sum er í kikaranum hjá Chelsea er 19 ára gamli brasilianarin, Neymar, sum spælir við Santos í heimlandinum.

 

Samstundis eru ábendingar um at útleigaði Daniel Sturridge fegin vil halda fram í Bolton undir føstum kørmum.

 

- Eg eri sjálvandi stoltur av at verða samanborin við ein so stóran áleypara, sum Drogba. Og mín stýlur passar eisini betri til enskan fótbólt enn til spanskan ella annan europeiskan fótbólt, sigur Romelu Lukaku sambært enska blaðnum The Sun.