Chelsea-málmaður skaddur í lýsingafilmi

Í gjár tapti oddaliðið í Premier League, Chelsea, ímóti Manchester United, og harvið er aftur spenningur í oddinum í ensku fótbóltsdeildini. Málmaðurin hjá Chelsea, Thibaut Courtois, spældi ikki við í dystinum, men í staðin vardi eykamálmaðurin Asmir Begovic málið, og sambært blaðnum The Guardian er ein heldur sjáldsom orsøk til tað.


Í farnu viku luttóku spælarar hjá Chelsea í upptøkum til lýsingafilm fyri amerikansku kurvabóltskappingini NBA. Upptøkurnar vóru gjørdar á venjingarøkinum hjá Chelsea, og Thibaut Courtois var ein av spælarunum, sum var við í upptøkunum.

Sambært The Guardian fekk Courtois ein skaða undir upptøkunum, tí hann lendi skeivt á beininum, tá ið hann leyp eftir einum bólti.

Courtois verður neyvan tøkur hjá Chelsea, tá ið felagið spælir hálvfinalu í FA Cup ímóti Tottenham komandi vikuskiftið.

Chelsea hevur ikkki váttað orsøkina til skaðan hjá Courtois, og eftir tapið ímóti Manchester United vildi venjarin Antonio Conte ikki tosa um, hví Courtois ikki vardi málið hjá Chelsea.