Jose Mourinho sigur við Sky Sports, at Chelsea hevur keypt teir leikarar, teir hava brúk fyri.
Chelsea hevur gjørt skjótt av í keypsvindeyganum í summar, tá Cesc Fabregas kom til felagið longu undan HM, og síðani teir báðir Atletico Madrid leikararnir, Diego Costa og Felipe Luis beitn eftir HM.
Lovandi miðvallarleikarin, Mario Pasalic, kom eisini til Stamford Bridge frá Hajduk Split.
- Eg má viðganga, at mítt felag hevur gjørt eitt framúr arbeiði, ikki bert fyri teir leikarar, vit hava keypt, men eisini tí vit hava handla metskjótt. Almenna keypsvindeygað letur aftur 31. august, meðan okkara letur aftur 19. juli. Vit keypa ikki meira, sigur Mourinho við Sky Sports.