Chelsea kann økja um leiðsluna

Fýra teir fyrstu dystirnir í 26. umfari í Onglandi eru á skránni í kvøld

Tað er møguleiki fyri, at toppliðið í Onglandi, Chelsea, í kvøld kann taka seg frá Arsenal og Manchester City, sum eru fremstu kappingarneytarnir. Í kvøld eru fýra teir fyrstu dystirnir í 26. Umfari á skránni. Millum hesar er tann millum oddaliðið Chelsea, ið fer á vitjan hjá WBA, sum er undir niðurflyingarstrikuni. Tí er einki at siga til, at Chelsea verður roknað at vera stórfavorittur.

Um tað eydnast Chelsea at vinna fulla úrtøku, so verður samlaða stigatalið 59. Arsenal hevur 55 stig og Manchester City 54 stig. Í annaðkvøld fær Arsenal vitjan av Manchester United, og Manchester City fær vitjan av Sunderland.

Í kvøld:

Cardiff-Aston Villa kl. 19.45

Hull-Southampton kl. 19.45

West Ham-Norwich kl. 19.45

West Bromwich Albion-Chelsea kl. 20.00