Sambært Berlingske Tidende hevur Chelsea sett seg í samband við danska fótbóltsvenjaran Michael Laudrup, sum gevst í spanska felagnum Getafe. Sambært blaðnum er ein annar dani, Frank Arnesen - ið er talentstjóri hjá Chelsea - ein av høvuðsorsøkunum til, at Chelsea møguliga verður nýggjur arbeiðsgevari hjá Laudrup. Onnur feløg – millum annað sponsk – eru eisini áhugað í Laudrup.