Chelsea hevur leigað Higuain

Tað verður nýggjur maður í troyggju nummar 9 hjá Chelsea

Chelsea hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur leigað Gonzalo Higuain frá Juventus. Argentisnki framherjin hevur verið útleigaður til AC Milan seinasta hálva árið.

 

31 ára gamli Gonzalo Higuain, sum er í Argentina, hevur eisini spælt við feløgunum sum Real Madrid og Napoli, har hann hevur skotið nógv mál. Seinastu tíðina hevur hann tó ikki verið so skarpur.

 

Hann skal avloysa ein annan mann, sum hevur havt trupult við at raka málið. Alvaro Morata hevur verið alt annað enn tað keypið, sum Chelsea vónaði, tá hann kom til úr Real Madrid. Spaniólin verður nú útleigaður til Atletico Madrid.

 

Áskoðararnir hjá AC Milan nýtast tó ikki at øtast, tí felagið boðar nú frá, at nýggur maðurin í hópinum verður pólski áleyparin, Krzysztof Piatek. Hann er keyptur úr Genoa, eftir at hava skotið 19 mál í 21 dystum.