Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur aftur fingið staðfest krabbamein og skal undir skurð í Kuba um nakrar dagar. Hann boðaði sjálvur frá hesum í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið.
Chavez varð lagdur undir skurð fyri krabbamein í juni í fjør. Tað bleiv gjørt í Kuba, og síðani hervur hann regluliga verið til kanningar har. Fyrradagin kom hann aftur til Venesuela av enn einari kanningarferð, og nú høvdu teir kubansku læknarnir staðfest, at sjúkan var komin aftur, og at hann skal undir skurð sum skjótast.
Chavez segði seg hava góðar vónir um, at læknarnir fóru at fáa tamarhald á sjúkuni, men eygleiðarar bitu merki í, at fyri fyrstu ferð tosaði hann um, hvør skal taka við eftir hann.
-Nicolás Maduro, varaforseti, skal røkja mínar skyldur, um eg ikki megni at røkja tær, og hann eigur eisini at vera forsetavalevni hjá flokkinum, segði Chavez.
Tann 50 ára gamli Maduro er fyrrverandi bussførari og fakfelagsformaður.