Tann umstríddi forsetin í Venesuela, Hugo Chevez, man vera ein av teimnum fáu stjórnarleiðarunum, sum hevur alt tjóðartingið aftan fyri seg, men tað er støðan aftan á valið um vikuskiftið.
Andstøðan boykottaði valið, tí hon vildi vera við, at valmyndugleikarnir høvdu ikki hildið lógina. Tað gjørdi, at samgonguflokkarnir hjá Hugo Chavez fóru við øllum atkvøðunum og øllum teimum 167 sessunum í tinginum. Andstøðan hevði annars 45 umboð í tinginum undan valinum. Eygleiðarar hjá amerikanska landsfelagsskapinum OAS og ES siga, at valið var rættvíst.
Eygleiðarar vænta, at Hugo Chavez fer at biðja tjóðartingið broyta grundlógina, so hann kann stilla upp til forseta eina ferð afturat. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1998 og afturvaldur í 2000. Í fjør vann hann eina fólkaatkvøðu, sum andstøðan hevði kravt fyri at fáa hann frá.









