Charizma eru lendir

Svensku poppararnir, sum fríggjakvøldið skulu á pall á Fjarðafestivalinum, eru lendir í Vágum. Hetta er fyrsta útlendska tónleikanavnið á Fjarðafestivalinum, ið er komið til landið. Í sama flogfari komu eisini tónleikaumboðsmenn, ið eru komnir úr USA á Fjarðafestival.

 

Vinjard Olsen fyrireikari sigur, at bólkur og umboðsmenn eru glaðir fyri at vera komnir til landið, og dáma væl tað, sum teir hava sæð higartil. Umboðsmenninir eru tó nakað móðir, av langu ferðini úr USA til Føroyar.