Frá kappingarárinum 2009/2010 verður skipanin í Champions League broytt nakað. Nýggi UEFA-forsetin, Michel Platini, hevur støðugt talað fyri, at rúm skal verða fyri fleiri meistarum í kappingini, sum soleiðis ikki bert skal fevna um fremstu liðini í stóru kappingunum. Og líkt er nú til, at ein semja er gjørd. Talan verður framvegis um undankappingardystir fyri fleiri meistarar, men eitt nú verður nýggja skipanin til fyrimunar fyri donsku meistaraliðini, sum ikki renna seg í heilt so sterk lið, sum tey áður hava gjørt. Eitt nú tapti FCK hesa ferð fyri portugisiska Benfica í sínum undankappingardysti.