Tað er nú greitt hvørji tey 32 liðini eru, sum skulu í potin til lutakastið til bólkaspælið í Champions League. Vert er at leggja merki til, at FCK er komin í triðja seedingarlag. Tað merkir, at teir, umframt at fáa eitt lið úr sterkasta og næststerkasta seedingar-bólkið, so fáa teir eisini eitt lið úr veikasta seedingarbólkinum. Tað er ongantíð hent fyrr, at eitt dansk lið er seedað omanfyri 4. Seedingarlag.
José Mourinho vann í fjør Champions League, men hann er seedaður í næststerkasta bólkinum. Tað er tó ikki orsaka av hansara úrslitum í Champions League, men heldur tí at Real Madrid hevur havt nøkur vánalig ár í Champions League samanhangi. Tað er ikki eydnast teimum at koma millum 8 tey bestu í fleiri ár og tann prísin gjalda teir í lutakastinum í ár.
1. seedingarlag:
Inter Milan ? Barcelona ? Manchester United ? Chelsea ? Arsenal ? Bayern Munchen ? AC Milan ? Lyon.
2. seedingarlag:
Werder Bremen ? Real Madrid ? Roma ? Shakhtar Donetsk ? Benfica ? Valencia ? Marseille ? Panathinaikos.
3. seedingarlag:
Tottenham ? Rangers ? Ajax ? Schalke 04 ? Basel ? Braga ? FCK ? Spartak Moscow.
4. seedingarlag:
Hapoel Tel Aviv ? Twente ? Ruben Kazan ? Auxerre ? Clju ? Partizan Belgarde ? Zilina ? Bursaspor.
Tað verða gjørdir 8 bólkar á 4 lið, har hvør bólkur er gjørdur av einum liðið í hvørjum seedingarlagi. Lutakastið byrjar klokkan 17.00 í dag.