Champions League í gongd aftur

Fleiri stórdystir eru í væntu, tá sterkastu feløgini í Evropa fara í gongd við áttandeilsfinalurnar í kappingini fyri meistaralið, Champions League, sum verður skotin í gongd aftur í kvøld, týskvøld

Nú hava tey flestu bíða leingi eftir at síggja sterkastu feløgini í Evropa í dysti aftur í sterkastu kappingini. Champions League kappingin hevur nevniliga verið í vetrarfrí síðani fyrst í desember mánaði, tá liðini spældu seinasta innleiðandi dystin í bólkaspælinum, og síðani tá hava nógvir fótbóltsfjepparar bíða eftir áttandeilsfinalunum. Her eru nógvir spennandi dystir í væntu, og nú skulu áhugaði ikki bíða leingi afturat. Í kvøld, týskvøld, fara fyrstu áttandeilsfinalurnar nevniliga av bakkastokki.
 
Stórfeløg í kreppu møtast
Í kvøld, týskvøldið, vera fýra dystir á skránni í Champions League kappingini, og serliga tann eini dysturin kann metast at vera ein sannur stórdystur. Hetta er dysturin ímillum tvey av mest vinnandi liðunum í Evropa, Real Madrid og Bayern München. Gongdin hjá hesum báðum liðum hevur als ikki verið eftir vild í heimligu kappingunum, so tí er umráðandi hjá stórfeløgunum at sleppa úr kreppuni, tey eru í júst nú.
Enska stórfelagið, Manchester United skal eisini í dyst týsdagin, tá teir vitja í Fraklandi hjá Lille. Lille hevur eitt gott lið, men Manchester United má átaka sær rolluna sum stórfavorittur undan hesum dystinum.
Í seinastu dystunum møtast Celtic og AC Milan í Skottlandi og PSV Eindhoven tekur ímóti einum øðrum enskum stórfelag, Arsenal.
 
Liverpool á Camp Nou
Mikudagin verður ein sera spennandi dystur á skránni, tá síðstu tveir vinnararnir bresta saman. Í fyrra dystinum tekur sitandi meistaraliðið, Barcelona, ímóti enska Liverpool, og hetta er helst dysturin, sum flestu fótbóltsfjepparar bíða spentir eftir. Barcelona vann Champions League í fjør, men úrslitini í sterku kappingini hava ikki verið eins góð í hesum kappingarárinum, so nú er spurningurin, um Liverpool megnar at gera sær dælt av hesum.
Ein annar spennandi dystur verður ímillum Porto og Chelsea. Her skal kontroversielli Chelsea-venjarin, José Mourinho, aftur á gamlar gøtur, tá hann vitjar fyrrverandi felag sítt FC Porto, sum hann førdi til sigurs í júst Champions League kappingini í 2004.
Í seinastu tveimum dystunum mikudagin tekur suverena oddaliðið í italskum fótbólti, Inter, ímóti spanska stórfelagnum, Valencia, meðan oddaliðið í fronskum fótbólti, Lyon, skal ein túr til Rom at møta, AS Roma.