Celtic basti Barcelona

Tað var eitt sera óvæntað úrslit, ja, nærmast sensatión, tá Celtic á heimavølli í gjárkvøldið í Champions League megnaði at vinna á øgiliga Barcelona.

 

Tað var gamaní Barcelona, sum hevði so at siga alt spælið, men hvat hjápir tað, tá Celtic fekk málini.

 

Fyrra kom eftir hornaspark, tá Victor Wanyama stútaði bóltin í netið mitt í fyrra hálvleiki, og sjey minuttir fyri tíð avgjørdi Anthony Watt dystin í einum skjótum mótálopi.

 

Tað eydnaðist Lionel Messi at minka um munin í yvirtíðini, men hóast eitt langt trýst so at siga allan seinna hálvleik, rakk tað ikki til meira.

 

Chelsea sat stóran part av heimadystinum móti Shaktar Donetsk á dyntlinum, men í seinasta sekundinum av yvirtíðini eydnaðist Victor Moses, sum var komin á vøllin stutt framman undan, at stúta eitt hornaspark í málið til ein 3-2 sigur til Chelsea.

 

Úrslitini í gjárkvøldið vóru annars:

 

Bólkur E

Chelsea-Shaktar Donetsk 3-2

Juventus-Nordsjælland 4-0

 

Bólkur F

Bayern München-Lille 6-1

Valencia-BATE Borisov 4-2

 

Bólkur G

Celtic-Barcelona 2-1

Benfica-Spartak Moskva 2-0

 

Bólkur H

Braga-Manchester United 1-3

CFR Cluj-Galatasaray 1-3