Cecilia met um Nólsoyarfjørð

15 ára gamla Cecilia Eysturdal vant burturúr hínum svimjarunum, tá svimjing var um Nólsoyarfjørð leygardagin, sum vanligt er í samband við ovastevnuna.

Cecilia gjørdi somuleiðis av við gamla metið, tá hon svam teir umleið 4 kilometrarnar við einum tíma, sjey minuttum og 48 sekundum, sum er 10 minuttir betri, enn gamla metið.

Tilsamans sjey svimjarar vóru við hesaferð, 4 mans og 3 kvinnur.