Fjepparar hjá Liverpool, Arsenal, Chelsea og øllum øðrum enskum feløgum kunnu ergra seg um, at Cathy Ferguson ikki fekk sín vilja í november í 1986.
Kona Alex Ferguson og tveir synir hjá teimum vóru nevnliga hart ímóti, at Alex Ferguson tók við venjarastarvinum hjá Manchester United í november í 1986, og tey settu veruliga hart ímóti hørðum tá.
Hetta fortaldi Sir Alex Ferguson á samkomu hjá tí enska venjarafelagnum, tá enska venjarafelagið heiðraði hann á einari stórari samkomu farna sunnudag.
- Konan vildi ikki flyta úr Aberdeen, og tveir av synunum vildu heldur ikki flyta úr Aberdeen. Triði sonurin, Jason, sum er ein risastórur United-fjeppari stuðlaði mær. Tað endaði við, at sjálvur Sir Bobby Charlton kom uppí leikin, fyri at yvirtala okkum at flyta til Manchester, greiddi Sir Alex Ferguson frá.
Fyri stuttum doyði systur Cathy, og Sir Alex hevur eisini verið frammi alment, og hevur sagt, at nú vil hann verða meira saman við konuni og familjuni, og tí er hann givin sum venjari hjá Manchester United.
Í dag man eingin av pørtunum angra, at Sir Alex Ferguson tók við venjarastarvinum í november í 1986.