John S. Myllhamar
????????
Havi gjøgnum nógv ár roynt at fingið onkran at lýsa hugtakið: mentan, men havi ikki fingið tað inn í høvdið.
Nú kom so mentanardeildin í SvF einum til hjálpar við familjusendingin Cassiopeia, ið send verður klokkan átta sunnukvøld, tá foreldur, børn, ommur og abbar sita saman framman fyri skíggjanum. Naivu offrini, sum drigin vóru inn í sjónvarpstovuna, skuldu lýsa hugtakið kultur. Niðurstøðan var, at føroysk mentan er: Kynsvilla, mótaklæðir, grøðing, sex, spákonur, neytalundir og undirbuksur.
Ríkur kulturur, má sigast.










