Casiraghi undirmetir ikki Føroyar

Fríggjakvøldið skal føroyska U21-landsliðið í fótbólti spæla á útivølli móti Italia.

Størri enn tað sama verður bitin neyvan, men hóast hansara lið sjáldan er størri favorittur enn tað sama, so vil Pierligu Casiraghi ikki kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.

- Á pappírinum er talan um lætta uppgávu, men vit vita væl, at í altjóða høpi finnast ongar lættar uppgávur. Hugsi bara um, hvussu A-landsliðið mátti stríðast, tá teir vitjaðu í Føroyum, sigur hann.