Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter styðjar Barrack Obama í valstríðnum Á tíðindafundi í gjár segði Jimmy Carter, at hann styðjar Barrack Obama í valdystinum við Hillary Clinton.
Carter hevur atkvøðurætt á endaliga uppstillingarfundinum hjá demokratiska flokkinum, men hann vildi ikki siga, hvar hann fer at seta krossin tá.
-Tað fari eg at lata tykkum gita, svaraði fyrrverandi forsetin.
Ein talsmaður hjá Hillary Clinton sigur, at tað hevur ikki so stóran týdning, hvønn Jimmy Carter styðjar, sjálvt um mong ivaleyst fegin vilja vita tað.