Carola: Jørðin gongur undir

Svenska songkvinnan heldur, at vanlukkur sum tann á Haiti eru tekin um, at jørðin gongur undir - Nú skal eg ikki verða ein dómadagsprofetur, men tað kemur ikki óvart á okkum trúgvandi, at tað henda vanlukkur og kríggj, sigur Carola Häggkvist við svenska Aftonbladet.

 

Hon heldur, at jarðskjálvtin á Haiti er eitt tekin um, hvat fer at henda við jørðini.

 

- Jørðin fer at ganga undir, tað sendur í Bíbliuni, sigur hon.

 

Carola er farin til Haiti í sambandi við vælgerandi tiltak, sum svenskarar skipa fyri seinni í hesum mánaðinum.