Carling Cup í kvøld

10 dystir í Carling Cup kappingini, ofta nevnd tann lítla steypakappingin, verða í kvøld í Onglandi

10 dystir í Carling Cup kappingini, ofta nevnd tann lítla steypakappingin, verða í kvøld í Onglandi.

 

Stóru dystirnir verða uttan iva Arsenal móti Southampton, Sunderland móti Stoke og Swansea móti Everton. Allir tríggir dystirnir eru Premier League lið, sum spæla móti hvørjum øðrum.

 

Eisini verður áhugavert at fylgja við Milton Keynes Dons, sum á heimavølli møta Bradford. Milton Keynes Dons sló Manchester United út í síðsta umfari heili 4-0.

 

Dystirnir í kvøld eru:

Arsenal-Southampton

Cardiff City-AFC Bournemouth

Derby County-Reading

Leyton Orient-Sheffield United

Liverpool-Middlesbrough

Milton Keynes Dons-Bradford City

Schrewsbury Town-Norwich City

Sunderland-Stoke City

Swansea City-Everton

Fulham-Doncaster Rovers