Carli ov stuttur til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins

Feministiski rithøvundurin Sara Stridsberg úr Svøríki fær bókmentaheiðurslønina fyri skaldsøguna Drömfakulteten. Svenska Sara Stridsberg fær Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2007 á 350.000 krónur fyri verkið Drömfakulteten. Hetta verður upplýst á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.

Sara Stridsberg var fødd í 1973 og býr í Stockholm. Hon debuteraði í 2004 við vælumtóktu skaldsøguni Happy Sally.

Í 2006 gav hon út skaldsøguna Drömfakulteten, har sagt verður frá um Valerie Solanas ? kvinnan sum í sekstiárunum gjørdist kend fyri ?extremfeministiska manifestið SCUM (Society for Cutting Up Men). Seinni arbeiddi hon saman við víðakenda Andy Warhol, sum hon skeyt og særdi álvarsliga. Sara Stridsberg hevur millum annað týtt SCUM-manifestið til svenskt, og skriva eitt leikrit um Valerie Solanas.

Í grundgevingini fyri at geva Saru Stridsberg heiðurslønina stendur:

Megindreymadeildin (Drömfakulteten) er ein logandi skaldsøga við mongum rótum. Meginásin í frásøgnini er ekstrem-feministiska halgimyndin Valeri Solanas og hennara á so mangan hátt syndarliga vanlagna. Stridsberg flættar saman heimildartilfar og fiktión til fepurdarrandi skaldskap. Megindreymadeildin hevur undirtittulin ?ískoyti til seksualástøðið? (?tillägg till sexualteorin?), og skaldsøgan er ein eirindaleys uppgerð við tær ymsu kúgandi mekanismurnar, sum virka í samfelagnum. Hóast álvarsama evnið, er Megindreymadeildin ein skaldsøga, sum verður framborin við eini øgiligari orku og málsligum hugi.

Føroyski Carl Jóhan Jensen var innstillaður til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Ó.