Carlene Carter á Sørvágs Country og Bluesfestival

Festivalarnir spíla seg út at kunngera nøvn nú undan jólum og í dag kunnger Sørvágs Country og Bluesfestivalur, at Carlene Carter kemur til Sørvágs 14. til 16. juni.

 

- Hetta má metast at vera tann størsta stjørnan, sum higartil vitjar Føroya einasta countryfestival, skriva fyriskipararni.

 

Carlene Carter hevði eitt stórt hit í nítiárunum við heimshittinum Every Little Thing, men hon er kanska líka kend sum dóttir June Carter og fostirdóttir Johnny Cash.

 

Carlene Carter er úr góðum bergi brotin. Carter familjan er viðurkend sum slóðbrótari fyri countrytónleikin. Pápi hennara, Carl Smith, var eisini ein stór stjørna á heiðini í fimmti og seksti árunum.

 

 

Carlene upptraðkaði saman við Carter Family sum ung, men byrjaði longu í sjeytiárunum at geva út fløgur undir egnum navni og við egnum sangum. Glæstritíð hennara var tíðliga í nítiárunum, tá hon var við til at seta dám á festliga honkytonk country tónleikin, og serliga verður lagið ”Every Little Thing” av fløguni ”Little Love Letters” frá 1993 mett sum ein varði á leiðini.

 

Eftir at hava hildið ein støðg við tónleikinum í árunum undan og eftir aldarskiftið, kom Carlene Carter sterkt aftur á pallin í 2008 við fløguni ”Stronger” og staðfesti sína støðu sum legenda innan countrytónleikin við fløguni ”Carter Girl” frá 2014, har hon meira leitar aftur til sínar røtur, og syngur góðar gamlar Carter-family sangir, eitt nú við gestasangarum, sum Willie Nelson, Kris Kristofferson og Vince Gill.

 

Nýggjasta fløguútspælið hjá Carlene Carter var ein týðandi leiklutur sum viðsangari í eini americana-útgávu hjá John Mellemcamp, ”Sad Clowns & Hillbillies”, ið kom út í vár.

 

Carlene Carter kemur til Føroya í summar við egnum orkestri. Konsertin á Dungasandi verður byrjanin til eina konsertferð í Evropa, har Carlene Carter millum annað verður eitt av høvuðsnøvnunum á størsta countryfestivali í Evropa, Altjóða Trucker- og countryfestivalinum í Interlaken í Sveits vikuskiftið eftir festivalin í Sørvági.