Carla Sands skuldsetir Huawei-stjóra fyri at arbeiða fyri Kina

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, sigur í samrøðu við DR, at stjórin hjá Huawei í Norðurlondum, Kenneth Frederiksen, arbeiða fyri kinesiska kommunistaflokkin.

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, sigur við DR, at norðurlendski stjórin hjá Huawei er í lummanum á Kina.

Hetta kemur fram í kjalarvørrinum av stríðnum um 5G netið í Føroyum.

Kinesksi sendiharrin er lagdur undir at hava hótt Føroyar við, at fríhandilsavtala við Kina er treytað av, at Føroya Tele keypir útgerð frá Huawei til komandi 5G netið.

Í gjár segði stjórin fyri Huawei í Norðurlndum, Kennet Frederiksen, við DR, at felagið heldur vildi lukka enn at lata informatiónir úr undirstøðukervinum fara víðari til kinesiska statin.

Tann boðskapin trýr Carla Sands als ikki uppá, sigur hon við DR.

– Fortalarar fyri Huawei verða goldnir fyri at promovera Huawei. Og og mín sendistova arbeiða hvønn dag fyri at hjálpa trygdini hjá okkara sameinda, Danmark.

– Og eg fái ikki pengar frá nøkrum telefelag, sigur hon við DR og heldur fram, at um tað sum Kenneth Frederiksen sigur um, at mistankin um njósning er ódokumenteraður:

– Tað er tað, hann fær pengar fyri, og eg skilji tað, sum um hann arbeiðir fyri kinesiskar kommunistar. Tað eru teir, hann arbeiðir fyri, og teir eru í ferð við at útflyta teirra eftirlit, korrputión og mutur kring um í heiminum.

Spurningurin um veitara hjá Føroya Tele av 5G tøkni er voðrin til eitt geopolitiskt stríð millum USA og Kina.

Kenneth Frederiksen hevur onga viðmerking til DR um tað, sum Carla Sands sigur um hann.

– Carla Sands og amerikanska stjórnin hava seinastu mánaðirnar hava fleiri álop móti Huawei og okkara forrætning. Tað einasta, tey ikki hava, eru prógvini.

Í mun til ítøkiligu ákærurnar hjá sendifrúuni ímóti mær og mínum persóni havi eg onga viðmerking. Hatta kjakið er á einum støði, sum eingin okkara fær gagn av, sigur hann við DR.

 

/ritzau/