Carl Johan í uppskoti til norðurlendska virðisløn

Bókin, sum er í upposkoti, er eitt heilskapað listaverk

Tað verður Carl Johan Jensen, sum verður føroyska uppskotið til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

 

Hann er í uppskot fyri skaldsøguna, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik.

 

- Skaldsøgan er um íslendska skaldið og ævintýraran Benedikt Einarsson, Tá ið bókin byrjar, er hann umborð á ferðaskipinum M/S Lyra á veg úr Bergen til Føroya.

 

- Hann situr í einum sólstóli á afturdekkinum, tá hann verður fyribeindur, og hann er sostatt í ferð við at doyggja, meðan hann sær tilveru sína fyri sær sum í dreymi.

 

- Lesarin fær innlit í tankarnar hjá doyggjandi skaldinum og frættir um ógvusligar upplivingar, hann hevur verið fyri í einum lívi, sum er merkt av rembingunum í Europa millum nítjandu og tjúgundu øld.

 

- Bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari, og heitið á skaldsøguni stavar eisini frá eini yrking hjá Emily Dickinson.