Mánadagin tók kongur tað sera óvanliga stigið at tosa við tíðindastovuna TT um skuldsetingarnar. Sum rímiligt er, vísti hann øllum aftur, men Deamne Rauscher, sum sjálv onnur hevur skrivað eina avdúkandi bók um kong, sigur stutt, at kongur leyg í samrøðuni.
Samstundis eru fleiri svenskir fjølmiðlar farnir at skriva um málini og støðu kongs, og fleiri teirra seta spurnartekin við trúvirði hansara. Tað sosialdemokratiska Folkbladet i Norrköping skrivar, at kongur hevur sett alt í váða. Kemur ein av teimum tyngjandi myndunum fram, eru hansara dagar á trúnuni taldir, skrivar blaðið.
Tað borgarliga Göteborgs-Posten heldur, at ein vaksin maður, sum enntá er svenskur kongur, átti at skilt, at ein persónur í hansara støðu skal halda seg langt burturi frá umhvørvi, sum er óhóskandi fyri hann.
Eisini fleiri svenskir politikarar viðgera málið alment. Fyrrverandi sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharrin Sven-Erik Östeberg sigur við Svenska Dagbladet, at tað, sum kongur segði í samrøðuni við TT, broytir einki, og at tað hevði verið vetur við einari óheftari kanning. Tað sama sigur formaðurin í Vänsterpartiet, Lars Ohly.