Cameronhartar ætlan hjá stjórnini

Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron, heldur lítið um eina ætlan hjá stjórnini, sum hevur til endamáls at fáa fleiri einligar mammur við ungum børnum út á arbeiðsmarknaðin. Við Sky News sigur hann, at ætlanin hjá stjórnini fer at undirgrava bretska samfelagið, sum hann tekur til.

-Stjórnin ætlar at noyða einligar mammur, sum hava børn í skúlaaldri og yngri enn tað, út á arbeiðsmarknaðin, segði Cameron á tíðindafundi í London í gjár.

Hann segði, at ætlanin hjá stjórnini umfatar enntá einligar mammur, sum hava ársgomul børn. Konservativi formaðurin segði, at foreldrini eiga sjálv at avgera, um og nær tey fara aftur á arbeiðsmarknaðin, eftir at tey hava fingið børn.