Eftir at hava tapt fólkaatkvøðuna um ES limaskapin, hevur David Cameron gjørt av at leggja frá sær.
– Eg haldi, at tað krevur nýggja leiðslu at standa fyri arbeiðinum at melda Bretland úr ES. Tí havi eg gjørt av at leggja frá mær sum forsætisráðharri og sum formaður í Konservativa flokkinum, segði David Cameron á tíðindafundi uttan fyri Downing Street no 10 fyri løtu síðani.
Hann leggur frá sær á floksfundi í oktober og verður sitandi sum forsætisráðharri hesar tríggjar mánaðirnar.