Cameron: -Labour hevur mist valdið

Uppteljingin aftan á valið í Bretlandi í gjár bendir á, at tann konservativi flokkurin fer at vinna. Formaðurin í flokkinum hevur longu sagt, at Labour hevur mist valdið. David Cameron er afturvaldur í Parlamentið, og í takkarrøðuni í nátt segði hann, at arbeiðaraflokkurin hevur mist valdið, og at Bretland fær eina nýggja leiðslu.

-Vit noyðast at bíða eftir tí endaliga úrslitinum, men eg haldi, at tað er longu greitt, at Labour-stjórnin hevur mist rættin til at stýra landinum. Samstundis er líkt til, at konservativi flokkurin fær fleiri umboð, enn vit hava havt tey seinastu 80 árini, segði David Cameron.

Nú klokkan hálvgum seks vóru 549 av teimum 650 tingsessunum mannaðir. Tá hevði konservativi flokkurin fingið 273 og Labour 204.