- Sean royndi at læra meg at spæla golf, men eg helt, at hann royndi at gera av við meg. Hann segði, at eg var heilt vónleysur til at spæla golf. Hann er illsintur, rópar og skrálar, men tá ið mann spyr hann, hví hann spælir golf, so sigur hann, at tað er fyri at slappa av, greiðir Michael Caine frá.