CAFE EUROPA: Fyrsta yrkingarsavnið hjá Hanusi Kamban

Hanus Kamban letur úr hondum sítt fyrsta yrkingasavn, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Bókin, sum kallast Café Europa, verður løgd fram á almennari móttøku í Miðlahúsinum í morgin frá klokkan 16 - 17:30

Hanus Kamban hevur fyrr latið úr hondum stuttsøgusøvn, ævisøgulig verk, greina- og essaysøvn umframt týðingar eftir m.a. Graham Greene, Shakespeare og James Joyce. Men Café Europa er høvundsins fyrsta yrkingasavn. Bara hetta í sjálvum sær ger hesa útgávu til eina serstaka hending í føroyskum bókmentum.

Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í.

Bókin verður løgd fram á almennari móttøku í Miðlahúsinum fríggjadagin tann 12. september frá kl. 16.00 til 17.30. Andrea Heindriksdóttir spælir tvey verk á tvørfloytu, og høvundurin sigur nøkur orð um bókina og lesur nakrar yrkingar. Høvi verður til at ogna sær bókina fyri ein lagaligan prís og ? um fólk ynskja ? við høvundsins signaturi.

Forlagið bjóðar vín, djus, kaffi og kakubita. Øll eru vælkomin.

Café Europa er sett og prentað á Føroyaprenti. Permuna gjørdi Grafik Studio. Bókin kostar í bókhandlunum 180 krónur.