Býtti kanylir út saman við dunnuni

- Tað kendist løgið, at skula útlevera kanylir og útgerð til tey, so at tey kundu fixa við góðari og hygieiniskari útgerð, sigur Ólavur Eysturdal, sum í ár avgjørdi at halda jól sum sjálvboðin á einum tilhaldsstaðið fyri narkomanar.

- Tað kendist løgið, at skula útlevera kanylir og útgerð til tey, so at tey kundu fixa við góðari og hygieiniskari útgerð, sigur Ólavur Eysturdal, sum í ár avgjørdi at halda jól sum sjálvboðin á einum tilhaldsstaðið fyri narkomanar.

 

Ólavur er úr Klaksvík, og er búsitandi í Keypmannahavn, har hann lesur teologi, og í ár helt hann jól á einum tilhaldsstaðið fyri narkomanar í Kolding, saman við 22 narkomanum og trimum øðrum sjávbodnum.

 

Sum Ólavur greiður frá, so var tað eitt øðrvísið, men gevandi upplivilsi.

 

- Tað var eitt øðrvísið upplivilsi, at koma so tætt upp at lívinum hjá menniskjum, sum liva eitt øgiliga hart lív. Fleiri høvdu langar narkodómar, onnur vóru ávirkaði av rúsevnum, og fixaðu ígjøgnum dagin. Tað kendist løgið, at skula útlevera kanylir og útgerð til tey, so at tey kundu fixa við góðari og hygieiniskari útgerð.

 

 

- Ein maður møtti kl. 12 til døgurða og var sum eitt vanligt menniskja. Hann bað aftaná um at fáa eingangsútgerð til at taka heroin. Eg gav honum útgerðina, hann fór út á eitt alment wc nærhendis og løtu seinni var hann sera sløvur, ósamanhangandi tá hann tosaði, og skeivur sum ein morfinávirkaður sjúklingur. Tað kendist løgið, men eisini meiningsfult, tí hann fekk reina og sterila útgerð til at taka sítt heroin.

 

 

Ólavur leggur tó afturat, at tað vóru eisini narkomanar á staðnum, sum vóru vælfungerandi og líktust vanligum borgarum.

 

- Onkrir vóru eisini í viðgerð, fyri at koma úr narkotørvi sínum, og tveir høvdu verið meira ella minni stofffríðir í nakrar mánaðar.

 

Ólavur sigur at tað var sera læruríkt at uppliva fleiri ymiskar lagnur á tilhaldisstaðnum. Tann mest umráðandi parturin var, at narkomanarnir fingu nógvar gávur, so sum troyggjur, tannbust og tannkrem, og annað, sum teir kunnu brúka til at taka sær av sær sjálvum. Starvsfólkini søgdu, at gávurnar vóru við til at halda teimum frá vanligum tjóvaríið í eina tíð.

 


Ólavur og hini hjálparfólkini møttu kl. 9.30 um morgunin til at gera mat, pakka gávur inn, v.m. og síðani høvdu tey eitt stórt borðhald, við siðbundnum donskum jólamati sum millum annað dunnu og fleskasteik. Narkomanarnir fóru avstað um 22 tíðina og alt varð rigga av á miðnátt.