Grát ei eftir mánanum eitur nýggja lagið hjá Byrta, ið er fyrsta nýggja stakfløga, ið bólkurin gevur út eftir sjálvnevndu debutútgávuna.
Við fyrstu útgávuni gjørdist Byrta ein av Føroya allarbest dámdu bólkum, og á FMA herfyri var Byrta stóri vinnarin í poppbólkinum.
Fyrsta útgávan hevur fostra nógv útvarpshitt, og nú eitt ár er liðið síðan útgávuna, er lurtarin ivaleyst klárur til nýggjar tónar frá teimum báðum føroysku elektropopp úrmælingunum.
Lurta eftir Grát ei eftir mánanum her