Byrta fyri fyrstu ferð í fleiri ár: – Konsertin verður feit

– Tað er altíð nakað heilt serligt at spæla her á G! Festivalinum, sigur Guðrið Hansdóttir úr Byrta.

Guðrið Hansdóttir saman við børnunum í gjár (Mynd: Hanna Eivinsdóttir)

Eitt av hæddarpunktunum á G!-skránni í kvøld vera Byrta - elektroniska duoin við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen.

 

Hetta verður teirra fyrsta konsert í heili fimm ár, og tað merkist á fólki, at føroyingar gleða seg til hesa serligu comeback-konsert.

 

Guðrið og Janus gleða seg minst líka nógv, fortelur Guðrið, sum vit hava hitt á gøtuni saman við børnunum.

 

– Vit gleða okkum ordiliga nógv. Vit hava jú ikki spælt í so nógv ár. So tað eru vit øgiliga spent uppá, sigur hon. 

 

– Tað er altíð nakað heilt serligt at spæla her á G! Festivalinum. Og nú eru tað eisini nógv ár síðan, vit spældu her seinast.

 

Tað var í 2014, og tá var meiningin, at Byrta skuldu spæla á stóra pallinum á Sandinum.

 

– Veðrið var so ringt, at vit vóru flutt niðan á Spæliplássið. So nú gera vit eina ordiliga feita konsert á Sandinum við stórum show og dansarum, sigur Guðrið Hansdóttir.

 

Hvat gert tú so annars á G! í ár, umframt at skula spæla í kvøld?

 

– Vit ganga bara og hygga nú. Slappa av og taka tað róligt áðrenn konsertina, sigur Guðrið Hansdóttir.

 

Herfyri í juli kundi Byrta annars hátíðarhalda, at fyrsta útgáva teirra kom út fyri 10 árum síðan. Hetta hátíðarhildu tey við at geva útgávuna út á vinyl. 

 

Guðrið Hansdóttir saman við børnunum í gjár (Mynd: Hanna Eivinsdóttir)