Tá Nordisk 2014 konsertferðin byrjaði í gjár, var Gaffa við, og ummælarin var ikki í iva, Byrta stóð fyri bestu framførsluni.
Konsertferðin sýnir fram fýra nýggjar norðurlendskar bólkar, ið eru vælumtóktir í heimlandinum, talan er um donsku Sekuoia, íslendsku Good Moon Deer, norsku Sea Change og føroysku Byrta.
Bólkarnir spæla 10 konsertir í Danmark og 3 konsertir í Íslandi og 1 í Føroyum.
Fyrsta konsertin var í Værløse í gjár, og sambært ummælaranum vóru einans 10 fólk komin á konsert, hetta merkti framførslurnar nógv, og ummælarin metti, at einasti bólkur, ið megnaði at spæla útum pallkantin var Byrta, sum valdi at gera sítt fyri at undirhalda tey fáu, ið vóru komin á konsert.
Meðan donsku Sekuoia og íslendsku Good Moon Deer fáa beinleiðis vánalig ummæli, so er eitt sindur betur við norsku Sea Change, ið tó fáa at vita, at tey eru betri egnaði at hoyra við hús, enn á konsert.
Men ummælarin sigur um framførsluna hjá Byrtu. “Men, SO hendi endiliga okkurt á pallinum! Endiliga onkur, ið fór eitt vet útum gerandisdagin, tímdi áskoðararnar og faktiskt tyktist at njóta tað”
Ummælarin kemur við samanberingum við Abba, og skrivar m.a.: “Har er ein smittandi orka, heilt frá byrja, og tær strømmu trummurnar fáá eitt frálíkt mótspæld frá pads, gittar og yvirraskandi melodiir.”
Les ummælið her
Leygardag 15. februar vitjar konsertferðin í Norðurlandahúsinum.
Yvirlit yvir konsertferðina
23/1: Værløse, Galaksen
24/1: Ishøj, Ishøj Kultur Café
25/1: Ballerup, Baltoppen
29/1: Odense, Posten
30/1: Frederiksværk, Gjethuset
31/1: Næstved, Grønnegade Kasernes, Kulturcenter
1/2: Rødovre, Viften
6/2: Birkerød, Mantzius
7/2: Slagelse, Musikhuset
8/2: Helsingør, Toldkammeret
15/2: Torshavn, Norðurlandahúsið í Føroyum (FO)
17/2: Reykjavik, Kex Hostel (IS)
19/2: Akureyri, Græni Hatturinn (IS)
20/2: Reykjavik, Harlem Bar (IS)