AB hevur ikki verið til at steðga seinastu dystirnar, og í løtuni toppar liðið formbarometrið við 14 stigum í seinastu seks dystunum.
Hetta hevur flutt liðið úr niðurflytingarvandanum, og við einum sigri í dag kunnu argjamenn so spakuliga fara at hyggja uppeftir á stigatalvuni.
07 Vestur er hinvegin framvegis undir strikuni. Men avrikini og úrslitini seinastu tíðina hava givið eina veruliga vón um, at liðið kann bjarga sær, og so er spurningurin, um teir fáa nakað við sær, tá vitjað verður úti í Vika á Argjum.