Meirilutin í Tórshavnar býráði samtykti mikukvøldið at játta 3,5 mill til at gera dekk í saltsiloina, sum í løtuni verður umvæld saman við Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju. Hervið er fyrsta stig tikið til at flyta býráðssalin út á Vestaru bryggju.
Umframt at tað er reinur ørskapur at flyta býráðssalin út á Vestaru bryggju, so kostar tað eisini nógv. Í tilmælinum verður sagt, at metti kostnaðurin er góðar 18 mill. kr. Hetta er ikki smápengar. Vit høvdu t.d kunnað fingið eina spildurnýggja ítróttarhøll fyri somu pengar, bara fyri at gera eina sammeting. Eingin ivi er um, at hesar milliónirnar høvdu gjørt nógv størri gagn aðrastani enn at byggja eina glæstriborg ovast í saltsiloini. Og sum tað stendur so væl í grundgevingini : ”har møguligt eisini verður at síggja runt allan sjónarringin bæði innanífrá og uttanífrá”. Hetta minnir um søguna um Bábilstornið.
Býráðssalurin eigur at liggja í miðbýnum. Staðsetingin hjá núverandi býráðssali kann neyvan vera betur. Hann liggur í sjálvum hjartanum í býnum. Ráðhúsið liggur beint hinumegin, og oman fyri liggur løgtingshúsið. Nakað annað er, at núverandi býráðssalur kundi verið dagførdur, men at flyta hann burtur úr býnum og út á ein bryggjukant er ørskapur.
Vit eiga at halda fast við upprunaliga endamálinum við Sjóvinnuhúsinum. Sjóvinnuhúsið, og har er Saltsiloin íroknað, er ætlað til fyritøkur, ið hava við maritima umhvørvið at gera. Ætlanin er at fyritøkur kunnu leiga seg inn í bygningin, har allir hóskandi hentleikar eru. Góðar umstøður skulu skapa góðan trivna og vakstararmøguleikar hjá hesum fyritøkum, og hetta kann tí virka sum ein katalisatorur innan tær maritimu vinnugreinarnar.
Vit eiga eisini at halda fast við avgerðina, sum varð tikin í samband við keypið av Bank Nordik. Í sambandi við keypið av bankabygninginum varð avgerð tikin um, at deildirnar hjá miðfyrisitingini, sum í dag eru í Káta Horninum, Meiarínum og Posthúsinum, skulu flyta í niðaru hæddirnar í Niels Finsensgøtu, har tekniska fyrisiting er í ovaru hæddunum.
At borgarstjórin fyri opnum skiggja í Dagur og viku hálar kaninina upp úr hattinum og lovar okkurt heilt annað virksemi í hesum bygninginum er so ein heilt onnur søga, sum vit onnur í býráðnum als einki kenna til. Vit eiga at halda okkum til langtíðatætlanirnar, sum vit hava sett okkum, tí betri er ein fuglur í hondini enn tíggju á takinum.
Jákup Dam,
býráðslimur fyri Tjóðveldi










