Í hesi vikuni skal støða takast til, hvar í Havnini nýggi musikkskúlin skal byggjast.
Arbeitt hevur leingi verið við eini ætlan um at byggja skúlan við Norðurlandahúsið í Sortudíki og tað er eisini samtykt í býráðnum.
Somuleiðis er nýggjur musikkskúli teknaður at byggja á stykkinum í Sortudíki. Tað er skúlin sum sæst á myndini, sum vit hava fingið frá keldum í býráðnum. Hann stendur eystanfyri Norðurlandahúsið, sum er heilt til vinstru á myndini.
Men síðani hava býráðslimir fingið kaldar føtur og hava hug at staðseta skúlan onkra aðrastaðni.
Ført hevur verið fram, at tað kann verða alt ov dýrt og óvist at byggja skúlan í Sortudíki, tí undirlendið er so ivingarsamt.
Men býráðslimir hava lovað at nýggjur musikkskúli skal byggjast nú og tað hevur volt teimum høvubrýggj.
Fyri at finna eina loysn, hava býráðslimir tí umhugsað hvar aðrastaðni í Havnini, skúlin kann byggjast.
Men fyri ikki at draga málið út, er í hvussu so er ætlanin er at finna eitt stykki, har skúlin í øllum førum kann byggjast eftir hesum tekningunum, sum longu eru gjørdar.
Eitt stykki sum er nevnt sum eitt hóskandi stað at byggja nýggja musikkskúlan, er stykkið í Lützenstrøð, har ætlanin upprunaliga var at byggja skúlan fyri nógvum árum síðani.
Eitt annað stykkið, hugsað verður um, er úti í Marknagili, tætt við Skúladepilin. Og ein triðja loysn er at taka Kommunuskúlan niður og byggja upp aftur har.
Men fjórða loysnin, sum er tann mest sannlíka, er nýggi musikkskúlin verður settur á stykkið við Landavegin, har ætlanin annars var at byggja eina risastóra ítróttarhøll.
Har er eitt stykkið, sum longu er klárt at byggja á og tí er tað tann skjótasta loysnin, frætta vit úr býráðnum.
So spurningarnir eru nógvir at taka støðu til og tað kunnu lesararnir hjá in.fo eisini siga sína hugsan um, nú áðrenn býráðið tekur støðu.
Er hetta ein vakur bygningur at seta við Norðurlandahúsið? Ella hóskar hann væl til umhvørvið mitt í býnum, har Kommunuskúlin nú er?? Ella stendur hann væl á Lützenstrøð ella í Marknagili. Og hvussu tekur hann seg út við Landavegin?
Og hvar skal hann byggjast? Er tað rætt at taka Kommunuskúlan niður og byggja hendan bygningin ístaðin. Er tað rætt at taka stykkið, sum var ætlað til ítróttarhøll í Vesturbýnum at seta skúlan á?
|