Tað er Tróndur Sigurðsson, býráðslimur úr andsstøðuni, sum hevur lagt málið fyri býráðið.
Støðan er tann, at børn, sum búgva í miðbýnum í Havn og eru partur av skúlaøkinum hjá Sankta Frans skúla, ikki fáa pláss á skúlanum, men skulu í staðin ganga í Skúlanum á Fløtum, har barakkir verða settar upp uttanfyri fyri at loysa hølisavbjóðingarnar.
Foreldur hava mótmælt, og í síðstu viku vóru undirskriftir handaðar borgarstjóranum í Havn saman við einum ynski um at fáa ein eyka 1. flokk í Sankta Frans skúla í stðain.
Støðan hjá Tórshavnar býráð er, at hesi børn ikki sleppa í Sankta Frans skúla, men skulu út á Fløtur í staðin.
Tróndur Sigurðsson hevur biðið um at fáa málið fyri býráðið á fundinum í dag, og hann fer at leggja fram uppskot um at stovna ein nýggjan 1. flokk í Sankta Frans skúla.
– Tað eru 17 børn í miðbýum, sum sjálvandi eiga at sleppa at ganga í Sankta Frans skúla. Har er pláss fyri teimum nú, hóast tað koma avbjóðingar seinni. Men tær avbjóðingarnar loysa vit, áðrenn vit koma so langt, sigur Tróndur Sigurðsson.
Hann vísir á, at skúlaleiðslan hevur víst á hendan møguleikan.
– Tað er eitt serligt trýst á 1. flokkarnar í kommununi í ár og næsta ár, tí tað eru so nógv børn. Men síðani minkar trýstið og harvið eisini avbjóðignin at hýsa øllum børnunum, sigur Tróndur Sigurðsson, sum fer at leggja uppskotið fram á býrásfundinum, sum verður í dag klokkan 16.











