Móttøka fyri Georg á Hilton Garden Inn

Seinnapartin í morgin verður móttøka fyri Georg F. Hansen, og í Føroya Arbeiðarafelag siga tey, at fólk eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á fráfarandi formannin

 

Í morgin, 20. mars frá klokkan 15 til 17, verður móttøka fyri nú fyrrverandi formanninum í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, og móttøkan verður á Hilton Garden Inn.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna fyri Georg F. Hansen, fráfarandi formanni í Føroya Arbeiðarafelag, sigur felagið í fráboðan.

 

Tað var tíðliga í hesum árinum, at Føroya Arbeiðarafelag boðaði frá, at vaktarskifti fór at vera í felagnum.

 

Kvinnan, sum tók stafettina, nú formaðurin legði frá sær, er Elin K. Sørensen, sum varð vald í nevnd felagsins, tá Georg gjørdist formaður eftir Ingeborg Vinther.

 

Elin K. Sørensen hevur í fleri ár verið knýtt at Føroya Arbeiðafelag, og hon byrjaði at arbeiða á skrivstovu felagsins, meðan Ingeborg Vinther var forkvinna.

 

Seinnapartin í morgin verður so móttøka fyri Georg F. Hansen, og í Føroya Arbeiðarafelag siga tey, at fólk eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á Georg.