Tá fyritøkan handan Cippo og Manhattan legði saman við fyritøkuni handan, Rex, Café Natúr og Eclipse varð bróðurparturin av náttarlívinum í Havn savnaður undir einum samtaki. Hetta felag hevur nú fingið eitt andlit á alnetinum, byin.fo. Á heimasíðuni eru myndarøðir úr náttarlívinum, sprundið hetta vikuskiftið og skráin fyri tiltøk, ið verða komandi tíðina. Eisini ber til at koma við viðmerkingum á síðuni.
-Hetta er okkara egni portalur, her kunnu vit kunna um okkara virksemi bæði tað komandi og tað farna, sigur Rúni Djurhuus, ið er ein av monnunum handan samtakið.









