Bygningurin hjá Skretting í Hvalvík skift eigara

P/F Skretting Føroyar hevur selt bygningin við keiina í Hvalvík til SP/F Sæborg. SP/F Sæborg fer at nýta ein fjórðing av bygninginum til goymslu. Tað írestandi verður leigað út.
- Við goymsluni hava vit møguleika at skipa okkara útgerð betri, sigur Tummas Justinussen, reiðari

SP/F Sæborg hevur keypt høllina hjá P/F Skretting Føroyar, ið stendur á kaiøkinum í Hvalvík.

Bygningurin fer at verða nýttur sum goymsluhøll. Tummas Justinussen er reiðari í felagnum:

- 500 fermetrar av høllini, ið er 2000 fermetrar tilsamans, skulu nýtast sum goymsluhøli hjá skipum felagsins, og írestandi 1500 fermetrarnir verða útleigaðir.

- Skretting fara at leiga ein part til skrivstovuvirksemi, og brennistøðin fer eisini at leiga.

Skretting hevur eftir øllum at døma selt bygningin, tí at teir ikki longur hava tørv á so stórum goymsluplássi. Fóðurmarknaðurin er broyttur soleiðis, at tað verður blást beinleiðis á skipini, og tí er ikki eins stórur tørvur á goymslu.

Keypið er ein liður í at fáa skipað útgerðina hjá SP/F Sæborg betri.

- Tíðirnar eru soleiðis, at alt er vorðið meira ruddiligt. Onkur útgerð hjá okkum hevur verið goymd í Leirvík í sama bygningi sum skrivstovan, og okkurt hevur ligið uttanfyri. Eisini hava vit økt um virksemið, so tørvurin á einari goymslu er avgjørt til staðar.

- Nú hava vit koyrt sumt burtur, og tað, sum vit skulu nýta, goyma vit væl skipað í goymsluni, sigur Tummas.

Tað, at høllin liggur við eina kei, var avgerðandi fyri keypi.

- Vit hava leingi ynskt okkum eina goymslu, sum liggur við eina kei. Hon má liggja við eina kei, so at skipini sleppa framat at av- og áskipa teirra útgerð. Goymslan í Hvalvík er sera væl egnað til hetta endamálið, sigur Tummas Justinussen at enda.