Bygningar á leigaðari grund skapa avbjóðingar

Úr ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum:

Ein kommuna hevði afturvendandi trupulleikar við bygningum á leigaðari grund – vanliga á havnarøkinum – og vendi sær tí til skrivstovuna fyri at fáa vegleiðing um, hvussu hetta kundi skipast betri.

 

Trupulleikin, ið oftast kom fyri, var, at bygningur skifti eigara, uttan at kommunan var vitandi um hetta. Harvið stóð kommunan eftir við einum leigusáttmála, sum ikki var við aktuella eigaran av bygninginum.

 

Kommunan vísti sum dømi á eitt mál, har ein bygningur hevði skift eigara, uttan at kommunan varð kunnað ella tikin við upp á ráð viðvíkjandi leigusáttmálanum. Kommunan upplýsti eisini, at tað var vanlig mannagongd at játta, at nýggjur eigari kundi yvirtaka leigusáttmálan.

Yvirskipað kundi skrivstovan vísa á, at tað í útgangsstøðinum ikki er nakað løgfrøðiligt til hindurs fyri, at ein bygningur á leigaðari grund kann skifta eigara, uttan at útleigarin (kommunan) veit av hesum. Hava partarnir ein ráðgeva/advokat er vanlig mannagongd tó, at mann fyriheldur seg til leiguavtaluna um lendið og setir seg í samband við útleigara. Men hetta er ikki eitt krav, og tí kemur fyri, at bygningurin verður handlaður, uttan at lendisútleigarin veit av tí.

Samstundis er onki krav um, at kommunan skal góðtaka at fáa ein nýggjan leigara av økinum, uttan so at hetta er avtalað.

 

Hetta kemst av, at talan løgfrøðiliga er um sonevnt debitorskifti, sum í útgangsstøði krevur samtykki frá kreditori, áðrenn kreditorur (útleigarin) verður bundin.

Hetta og ymisk onnur viðurskifti kunnu skjótt gera viðurskiftini tvørlig millum partarnar, og tað hava partarnir sjáldan áhuga í.

 

Í ítøkiliga málinum mælti skrivstovan tí til, at kommunan tosaði við nýggja (bygnings)eigaran um, at rættast er, at viðkomandi – við játtan frá verandi leigara – yvirtók leigusáttmálan.

 

Í slíkum føri kann vera hóskiligt at gera eitt ískoyti til sáttmálan, har eisini nýggjar treytir verða settar í, t. d. at bygningurin ikki kann skifta eigara, uttan at nýggi eigarin hevur leiguavtalu við kommununa, ella at kommunan játtar at lata nýggja eigaran yvirtaka skyldurnar sum leigari eftir sáttmálanum.

Hesar treytir eiga at verða tinglýstar á rætta stað. Og tað skuldi gjarna fyribyrgt, at bygningin framyvir kann skifta hendur, uttan at kommunan veit av tí.

 

At enda viðmælti skrivstovan kommununi at meta um allar leigusáttmálar, tá ið umbøn kemur at lata ein nýggjan leigara koma inn. Tað er upplagt høvi at fáa sett tær treytir, sum kommunan gjarna vil hava inn, til dømis góðkenning av nýggjum leigara, uppsagnartíð, regulering av leigugjaldi, skilhaldsreglur, røkt av økinum, hóskandi depositum at rætta uppá viðurskifti fyri leigarans rokning, o .s .fr . Hetta eru alt viðurskifti, sum kunnu skapa trupulleikar og avbjóðingar millum partarnar, eins og fyri grannar og aðrar leigarar á økinum.

 

Tí kann vera skilagott at hava greiðar reglur hesum viðvíkjandi.