Bygnaðarbroytingar hjá Goodyear í Norðurlondum

Í sambandi við bygnaðarbroytingar hjá Goodyear í Norðurlondum, og at eitt nýtt vetrardekk, Ultra Grip 500, er komið á marknaðin, vóru sølustjórin í Danmark, Flemming Christensen, og sølu og marknaðarstjórin fyri Norðurlond og tey baltisku londini, Carl Ole Olofsen, á vitjan í Føroyum

 

Í sambandi við bygnaðarbroytingar hjá Goodyear í Norðurlondum, og at eitt nýtt vetrardekk, Ultra Grip 500, er komið á marknaðin, vóru sølustjórin í Danmark, Flemming Christensen, og sølu og marknaðarstjórin fyri Norðurlond og tey baltisku londini, Carl Ole Olofsen, á vitjan í Føroyum


?????????????????

Dekk

Magnus Gunnarsson

?????????????????



Ein orsøk til at umboðsmennirnir hjá Goodyear heva verið her á vitjan, er at í løtuni eru stórar bygnaðarbroytingar í sambandi við marknaðarføring av Goodyear dekkum í Norðurlondum. Høvuðssætið fyri Norðurlond er í Stokholm í Svøríki. Dekkgoymslurnar eru lætnar upp, soleiðis at skilja, at um vit her í Føroyum hava brúk fyri einum dekki, sum ikki er á goymslu í Danmark, men í Norra, er tað ongin trupulleiki hjá okkum at fáa tað hendan vegin, líka skjótt sum úr Danmark.

Færri restordrar

Nýggja skipanin fer at hava við sær, at færri dekk verða í restordra. Sum nú ein dagin tá ein gravimaskina, sum arbeiddi í undirsjóvartunnlinum, skuldi hava eitt dekk, sum ikki var á goymslu í Danmark, men í Svøríki. Dekkið var her eftir einari viku. Sølu og marknaðarstjórin, Carl Ole Olofsen, er javnan í Føroyum á vitjan, meðan sølustjórin, Flemming Christensen, hevur ikki verið her áður. Spurdur um munin á bilum og nýtsluni av dekkum í Danmark og Føroyum, heldur hann at vit í Føroyum brúka meira jeepar, og koyriumstøðurnar líkjast meira teimum í Norra og Svøríki.

Ultra Grip 500

Goodyear umboðsmennirnir vístu eitt nýtt vetrardekk, Ultra Grip 500, sum er komið á marknaðin. Dekkið hevur tvey sløg av gummiblandingum í bananum, sum ger at dekkið broytist tá tað er slitið niður í helvt. So leingi dekkið er lógligt, virka lamellurnar, og koyrieginleikarnir í kava eru góðir. Um dekkið skal píkast, er tað av sera stórum týdningi at teir røttu píkarnir verða brúktir. Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk, sigur, at teir koma at hava nøkur sera góð tilboð av Goodyear dekkum til veturin.